Konsert í kvøld við Kóboykex og Jasmin í Keypmannahavn

Tveir føroyskir bólkar fara á pall í Keypmannahavn á konsert á Nordatlantens Brygge, og leygarkvøldið fara tey at spæla í Studenterhuset i Odense. 

Kóboykex

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður við Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta staklag og videolag “Midnight Gale” er upptikið í ymiskum føroyskum bygdum í summar. Heiðrikur hevur leikstjórnað og klipt myndbandið, og Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlands punk scenuni. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur skulu spæla á G! og á Countryfestivalinum og siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini. 

 

##med2##

 

Jasmin

Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri gandakendu røddini hjá Jasmin.

Tá ein vinnur fyrstu heiðurslønina, fer ein at hugsa um byrjanarheld og døgnflugur. Men vinnur ein heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir Jasmin, so er tað góðska.

Til FMA 2020 vann Jasmin heidurslønina »ársins útgáva« fyri debut EP’ina »I Know It’s Over« og heidurslønina »ársins kvinnuligi sangari«.

Við á palli hevur hon Bergur Fonsdal Johannesen, Vinjar Egilsnes Petersen og Harald Fonsdal Johannesen.

 

##med3##

 

Konsertin er í tveir tímar við 15 min steðgi.

Huðranar opna kl. 20.30

Atgongumerkir: 150 kr

billetto.dk/e/jasmin-og-koboykex-dobbeltkoncert-pa-nordatlantens-brygge-billetter-602946