Konsert í Gøtu kirkju

.

Kvøldini eru nú vorðin longri og myrkari og tíðin er komin til at fólk aftur er farin Í gongd við vetrarÍtrivini. Soleiðis er eisini við tónleikaítrivunum, sum hava góðar dagar um veturin.

Í kvøld kl. 19.30 verður konsert í Gøtu kirkju við Havnar Hornorkestri og Felagskórinum Gøta/Leirvík.

Havnar Hornorkestur við gott tjúgu hornleikarum fer at spæla nakrar sálmar og sangir undir leiðslu av Ken Jones. Kenn Jones er úr Wales, hann starvast sum tónleikalærari og hetta er fyrsta árið hjá honum í Føroyum, og sostatt eisini fyrsta árið hjá honum sum orkesturleiðari hjá Havnar Hornorkestri

Kórið fer at syngja 4 sangir, ein negro spiritual og ein enskan sálm, báðar við klaverfylgispæli, sum Eyðun á Lakjuni tekur sær av og tveir føroyskar sálmar. Í kórinum eru umleið 40 fólk og kórleiðari er Heðin Kambsdali. Hetta er fyrsta árið Heðin er kórleiðari hjá Felagskórinum Gøta/Leirvík.