Tað hoyrir mest sum til summarskrá í Klaksvík, at systrarnar báðar Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver framføra í Christianskirkjuna í samband við summartónar. Hvørt ár unna sær fleiri fólk eina løtu at njóta frálíkan tónleik, sum er fjølbroyttur og spennandi at lýða á.
Í annaðkvøld klokkan 19:30 framføra Monika og Andrea árligu konsertina í Christianskirkjuni í Klaksvík. Her spælir Andrea bæði á orgul og flygil.
Tónleikararnir eru upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í nógv ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan Føroya Musikkskúla. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.
Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur fleiri ferðir vitjað oyggjarnar, og hava tær saman spælt fleiri konsertir, m. a. í Leirvík, Tórshavn, Klaksvík, Fuglafirði, Gjógv, Nólsoy osfr.
Skráin verður fjøllbroyt frá Telemann, Veracini, Dancla, Kristian Blæk, Laila Nielsen til ungarskan fólkatónleik eftir Brahms og Léhar. Sum nakað serstakt er frumframførslan av stykki eftir Simonu Eivinnsdóttir.
Konsertirnar eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.