Konsert hjá útisetakórinum Mpiri

Leygardagin 1. apríl kl. 16.00 hevur Mpiri konsert á Foyerscenen í mentanarstovninum Huset í Magstræde.

Kórið Mpiri er eitt føroyskt kamarkór, ið hoyrir heima í Keypmannahavn og er samansett av 14 útisetum. Kórleiðari er Bogi Mouritsen. Mpiri varð stovnað á vetri 97-98, tá nakrir sangarar úr Húsakórinum tóku seg saman um at gera eitt minni kór, ið skuldi leggja seg eftir at syngja nýggjan kórtónleik.

Hvat hugtakið 'nýggjur kórtónleikur' umfatar er eitt sindur torført at siga, og tað sæst eisini aftur á sera fjølbroyttu sangskránni hjá kórinum: Mpiri hevur sungið jazzútsetingar, klassiskan tónleik, norðurlendskt tilfar, rokk, og á komandi konsertini á Foyersenuni strekkir skráin seg frá Strawinsky um føroyskan kingosang í modernaðari útseting og vokalpopp til kórverk, sum eru skrivað serliga til Mpiri.

Í viðtøkum kórsins stendur m.a., at: Kórið ynskir at eggja teim føroyingum, sum fáast við tónasmið, at skriva og leggja til rættis tónleik fyri kóri. Fyri at røkka hesum aðalmáli hevur kórið bílagt fimm verk eftir unga føroyska tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, sum í løtuni gongur á komponistadeildini á Københavns Konservatorium, og sum hevur serligt tilknýti til kórið.

Á vári í fjør skipaði Mpiri fyri árligu Norðatlantisku Kórstevnuni fyri útisetar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi, ið kórleiðararnir John Høybye, Sunleif Rasmussen og Marianne Clausen stjórnaðu. Á stevnuni luttóku 150 sangarar, og hon var sera væleydnað. Tá framførdu vit tað fyrsta av verkum Tróndar, kórútsetingina av rokklagnum Apokalypsa hjá Terja og Føstufressum, sum síðani er vorðið eitt slag av eyðkennislagi hjá Mpiri.

Kórið hevur tilknýti til føroysku kirkjuna í Keypmannahavn (Samuelskirkjuna) og hevur haft fleiri konsertir har, í Føroyahúsinum og aðrastaðni, men hesaferð vildu vit gera nakað heilt serligt burturúr. 1. apríl hevur kórið Mpiri tí konsert á Foyerscenen, har fleiri av áðurnevndu verkum verða frumframførd. Konsertina hava vit vant fram ímóti síðani septembur '99.

Tað mest krevjandi verkið á komandi konsert verður Asbest, har kvæðastev rennur samman við rapp, nýmótans harmonium og indianarasangi. Eisini er eyðkennandi fyri hesa konsertina, at bara umleið helvtin av skránni verður sungin av øllum kórinum. Undir konsertini verður kórið í heilum býtt upp í smærri bólkar, sum hvør sær syngja smáar kompostitiónir.

Til at gera framførsluna enn meira spennandi hevur kórið arbeitt við rørslum og ymsum kóruppstillingum. Úrslitið av hesum royndum sæst á konsertini á Foyersenuni, tá Mpiri eisini hevur fingið ljóstøkningin Egil Barclay Hansen at skapa huglag við ljósi og klædnalistafólkini hjá Pau at evna serligar búnar til kórið.

Umframt góðu ljóðumstøðurnar á Foyersenuni, so er ein kafé knýtt at staðnum, sum ger tað møguligt hjá kórinum at fáa ein serligan kaféhugna sum karm um framførsluna. Í staðin fyri eyðkendu umstøðurnar til eina kórkonsert, har fólk sita pinnastill á hørðum stólum í samfullan tíma og lurta, so er meiningin til hesa framførsluna, at áskoðararnir skulu kunna hugna sær og njóti sangin afturvið einari øl ella einum kaffimunni

Sum eitt eyka pluss hevur kaféin gjørt licensavtalu við Føroyahúsið um at selja Føroya Bjór, so til ber at fáa bæði føroyskt øl, umframt alt tað, sum kaféin annars hevur at bjóða.

Í heyst er ætlanin at fara út at ferðast við verkunum og kórskránni, sum vit hava sett saman til hesa konsertina.