Konsert á hørðum og høgum stigi í Vesturkirkjuni og við einum góðum endamáli. Men ???

Sunnukvøldið 1. des. og 1. sunnudag í advent var konsert í Vesturkirkjuni við tí góða endamáli at stuðla peningaliga og fáa læknahjálp til eina ógvuliga sjúka (deyðkomna) gentu í Ukraine.

Tíbetur kann enn sigast um føroyingar, tá soleiðis er, at teir altíð hava verið hjálpsamir og víst eitt gott hjartaliga í tílíkum førum. Soleiðis var eisini sunnukvøldið, tí rættiliga væl av fólki møtti upp, og tað var líkt til, at rættiliga væl av peningi var latið sum hjálp.
Eingin ivi kann vera um, at hasir báðir sangararnir vóru úrmælingar á sínum øki sum so mangir av teirra landsmonnum eru, tá talan er um sang ella tónleik. Ungi harmonikusnillingurin smæddist heldur ikki burtur, og hugtakandi var at síggja, hvussu hann handfór sítt ljóðføri.
Men somá eg nevna tað, sum bæði eg og mong við mær mundu undrast stórliga á og harmast um.
Hví var ljóðstyrkin á hasar hátalararnar sett so høgt, at har snøgt sagt ikki var inniverandi, og enn minni bar til at meta ? ella frøast um ta vøkru sangrødd, ið hasir menn óivað høvdu. Fleiri hildu fingrarnar fyri oyruni, meðan onnur krimpaðu tærnar og blivu sitandi av berari høfligheit. Einki er at ivast í, vil onkur svara, at soleiðis vilja tey ungu hava tað.
Men tit, ið skipa fyri eini tílíkari konsert í kirkni av hesum slagi, eiga at minnast til, at tað als ikki bara eru ung, ið møta upp til eina tílíka konsert, men heldur eru tað eldri og gomul fólk, ið stuðla tílíkum tiltaki.
Tað kann ikki vera annað enn rímiligt, at tit, ið skipa fyri, kunnu og eiga at vera vart við, at ein kirkjukonsert her hjá okkum ikki eigur at metast við eina uttandura konsert á festivalum, tí har ber til at flyta seg undan hátalarunum, soat tú ikki missir hoyrnina.