Tey seinastu árini hevur fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore gingið undan í stríðnum fyri altjóða umhvørvinum, og nú ætlar hann at skipa fyri stuðulskonsertum í fleiri býum samstundis. Bretska tónleikablaðið Nme sigur seg hava frætt, at Al Gore ætlat at bera so í bandi, at konsertirnar verða tann 7. juli, og at konsertir verða í Japan, Bretlandi, USA og aðrastaðni tann dagin. Sambært blaðnum hava fleiri heimskendir tónleikarar og bólkar longu játtað at taka lut í tiltakinum. Hugskotið hevur Al Gore fingið frá teimum stóru konsertunum Life Aid og Life8, sum eydnaðust sera væl.