Um vikuskiftið fer urguleikarin Julian Rasmussen at hava tvær konsertir.
Fríggjakvøldið kl. 20 spælir hann í Fuglafjarðar kirkju og leygardagin kl. 11.30 spælir hann til matiné í Havnar kirkju. Julian gongur á tónlistaskúla í Aalborg ,og nú hann er heima í summarfrí, verður høvi at hoyra hann spæla. Á skránni er sonata í f-mol av Mendelsohn, Præludium og fuga í a-mol av J.S. Bach og tann Gotiska suitan av franska tónaskaldinum Boelmann.