Í kvøld fer Sangkórið í Siloak at hava konsert í Fuglafirði. Klokkan 20 í kvøld fer Sangkórið í Siloa at hava konsert í Siloa í Fuglafirði.
Á skránni verða bæði nýggir og eldri sálmar og sangir. Onkur negro spiritual og okkurt heimagjørt lag verður eisini at hoyra. Sungið verður bæði a-capella og við fylgispæli. Við í kórinum eru umleið 30 sangarar, ið øll eru úr Fuglafirði
Kórið fer eftir ætlan til Danmarkar á stutta konsertferð í heyst, og hava tey eisini vant fram ímóti hesum í seinastuni. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Á konsertini fer Bárður á Lakjuni eisini at syngja nakrar sangir.
Eftir konsertina bjóðar kórið ein drekkamunn.