Konsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

Nú sunnukvøldið ? 7. Mai ? verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tað eru Manskórið á Skálafjørðinum og Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavík, ið saman bjóða fólki út í kirkjuna hetta kvøldið.

Manskórið á Skálafjørðinum hevur nú nøkur ár á baki.Teir hava hesi seinastu árini sett dám á so mong tiltøk. Fyri ikki so langari tíð síðani var kórið ein sunnumorgun úti í Rituvíkar Kirkju og setti sín dám á kirkjugongdina har. Nú sunnudagin fara teir at syngja til gudstænastuna í kirkjuni á Glyvrum. Um kvøldið verður so farið í Fríðrikskirkjuna.

Skúlakórið man ikki vera so kent millum manna. Kortini hevur tað verið við til onkra jólakonsertina áður. Tað er nú so, at manningin í eini framhaldsdeild skiftir hvørt skúlaár, og tískil missir eitt slíkt kór sangarar á hvørjum ári, samstundis sum nýggir koma til í hinum endanum. Áhugin at vera við í kórinum er stórur millum skúlaungdómin. Hetta verður so á fyrsta sinni, at núverandi manningin sleppur at royna seg í Fríðrikskirkjuni. Saman við teimum 30-35 ungfólkunum úr framhaldsdeildini í Runavík vera eisini tónleikarar.

Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 21:00.