Tað er í kvøld klokkan 20, at kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á Toftum hevur árligu jólakonsertina.
Í kórinum eru umleið tredivu sangarar, og tað er Michael Jóhan Heinesen, sum er kórleiðari. Undirspælinum tekur Martin Restorff Jacobsen sær av.
Kirkjukórið hevur umleið fýra konsertir um árið, og í kvøld klokkan 20 fer kórið at syngja bæði føroyskar og útlendskar jólasangir.










