Tey luttakandi verða: Ebenezer Housband, Kristina Bærentsen, Beinta Jacobsen, Jona á Váli Olsen og Bárður Tindskarð.
Umframt tónleikin kemur Jákup N. Olsen at hava eitt stutt orð. Tiltakið varar í umleið 60 minuttir.
Tað eru tey ungu í Ebenezer, ið samskipa konsertina sum er fyri øll. Eftir konsertina eru øll vælkomin til ein kaffimunn, siga fyrireikararnir.









