Undir heitinum ?Ungdómur og ávirkan?, skipar Margarinfabrikkin fyri alternativum politiskum fundi mánakvøldið. Ein fundur, har yngstu valevnini úr hvørjum flokki luttaka Kvøldið verður skipað sum konsert, café og kjak. Linda Petersen, Fríði Bjørgvin og
Guðrið Hansdóttir leggja fyri við tónleiki klokkan 19.45. Klokkan 20.30 byrjar kjakið við yngstu valevnunum úr hvørjum flokki. Hesi eru Hans Norðfoss úr Fólkaflokkinum, Maj-Britt Jacobsen úr Sambandsflokkinum, Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Kristian Eli (Gissa) Zachariassen úr Sjálvstýrisflokkinum, Tjóðhild Patursson úr Tjóveldinum, Tóri Højgaard úr Miðflokkinum og Bergur Johannesen úr Miðnámsflokkinum.
Endamálið við tiltakinum er at geva føroyska ungdóminum eitt forum, har tey
kunnu seta spurningar og koma fram við teirra politisku hugsanum.
Hóast tiltakið serliga er ætlað ungdóminum, eru øll hjartaliga vælkomin oman
í Margarinfabrikkina hetta kvøldið.