Konsert í bølamyrkri

Føroya Blindafelag skipar í næstum fyri konsert í bølamyrkri við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum.

 

Tey flestu mugu helst ásanna, at tey ikki hava verið til eina konsert, har ein hoyrir tónleikin, uttan at síggja uppá pallin.

 

Men júst hesa spennandi og øðrvísi uppliving ætlar Blindafelagið nú at geva teimum, sum kom á konsert í Norðurlandahúsinum 9. Mai.

 

Í samband við, at Føroya Blindafelag fyllir 40 ár, er fyriskipað ein konsert í myrkri í høllini í Norðurlandahúsinum. Nakrir av best umtóktu tónleikarunum her á landið fara at framføra hetta kvøldið.

 

Á skránni eru framførslur frá Halli Joensen við manning, Lenu og Niclas og Martin Joensen. Haraftrat verða onnur tónlistarlig og sansalig innsløg, so talan verður um eina sera fjølbroytta konsert.

 

Konsertin verður mikudagin 9. Mai, og byrjar kl. 19.30

 

Myndin er tilvildarlig.