Høvuðsnavnið á konsertini var Maria Guttesen, sum eisini hevði samskipað konsertina fyri Amnesty. Maria hevði boðið hópin av dugnaligum gestum at syngja og spæla saman við sær á Tjóðpallinum: James Olsen, Malan Thomsen, Unn Paturson, Sigrið Rasmussen, Tór Verland Johansen, Andreas Restoff, Brandur Jacobsen og Gunnar Guttesen.
Talan var um eina sera fjølbroytta, men heilstoypta konsert har Maria og gestirnir framførdu løg av teimum ymisku útgávunum hjá Mariu gjøgnum tíðirnar – alt frá vøgguvísum til jólaløg. Umframt at tulka hvør sítt lag hjá Mariu sungu Malan Thomsen, Unn Paturson og Sigrið Rasmussen kór til fleiri av løgunum.
Síðsta lagið áðrenn steðgin var jólalagið “Jól í Føroyum” av fløguni Drós, sum veruliga fekk lív í áhoyrararnar! Her var lagt upp til jólahugna og Amnesty bjóðaði sera hóskandi piparnøtur og karamellur í steðginum.
Maria byrjaði seinnu helvt av konsertini friðarliga við eini tulking av John Lennon lagnum “Imagine” av fløguni við sama heiti. Einkjan eftir John Lennon, Yoko Ono, hevur latið Amnesty International rættindini til alla fløguna og Amnesty hevur í hesum sambandi gjørt átakið “Make Some Noise”, har kendir tónleikarar tulka løg av fløguni. Endamálið við “Make Some Noise” er at tvinna saman tónleik og átøk við tí fyri eyga at skapa frælsi, rættvísi og javnað fyri øll menniskju. Átakið hevur egna heimasíðu www.amnesty.org/noise , har til ber at lesa meira.
Aftaná “Imagine” gjørdist tónleikurin lívligari, so hvørt sum fleiri ljóðføri komu við. Eisini var ein duett á skránni við Mariu og James Olsen. Eftir eina umleið tveir tímar langa konsert endaði Maria av við vakra lagnum “The last night”, ið er av fløguni við sama heiti hjá fyrrverandi bólkinum hjá Mariu “Divided minds”.
Lógvabrestirnir í næstan fullsetta salinum bóru boð um, at fólk høvdu notið hesa løtuna á Tjóðpallinum, har mannarættindi og góður tónleikur vóru tvinnað saman.