Nýtt og gott gamalt. Hesi orð lýsa nokkso væl tað, ið var á skránni, tá countrylegendan Kris Kristofferson trein á pall í høllini á Hálsi týskvøldið.
Boðað varð frá frammanundan, at hurðarnar vórðu latnar aftur klokkan 20, so fólk í øllum aldursbólkum komu í góðari tíð, og bíðirøðin uttanfyri stóð oman móti svimjihøllini. Stúgvandi full høll – eini 1500 fólk - var klár at taka ímóti, tá ljósið skiftið klokkan 20 stundisliga.
Eyðkenda røddin á Peturi Rouch ljóðaði í hátalarunum. Hesin countrykennarin átti fyrstu orðini og hann greiddi hegnisliga frá søguni handan films- og countrylegenduna Kristofferson. Orðini um lívsleiðina vóru væl skrivað og lisin, og átti at komið á prent í miðlunum.
Inniligi veruleikin
Síðani trein Kris á pall. Ein hetja innan countrytónleik kom her einsamallur við guitara og munnhørpu.
Talan gjørdist um eina stilla og inniliga konsert, og eg haldi ikki eg fari skeivur tá eg pástandi, at hetta er tann konsertin í høllini á Hálsi í Havn, ið har ljóðstøðið hevur verið lægst.
Vit á okkara leiðum hava helst hug oftast at gloyma, hvat country í veruleikanum er/var. Hetta er jú vísusangur úr amerikonsku mentanini. Hetta er teirra troubadourmentan. At okkum so dámar beur lætt gloypiligu útgávurnar, at har fleiri mjúkar tónasetingar eru við, umframt lættar rútmur, er ein onnur søga. Hetta er tann síðan av søguni, ið ger tónleikin væl dámdan og seljandi um allan heim.
Kjarnin í countrytónleikinum er maðurin og guitarin og tann søgan, ið hann hevur at siga frá.
Og tað var her og á henda hátt, at Kris hitti føroyingar.
Ein eldri harri
Fleiri gjørdust kanska heldur skakað fyrstu løtuna. Kris er jú veruliga ein eldri harri í dag; hann er yvir 70 ár. Og hann sang eisini sum ein eldri harri, og guitarspælið var stirvið og trilvandi til tíðir. Og onkur óstemmaður guitarstrongur órógvaði ikki Kris, so hví skuldi hann órógva nakran annan?
Tað, sum kanska vantaði í røddini og spælinum til tíðir, var til staðar í ríkiligt mát í útstráling og sambandinum við áhoyrarnar.
Smásøgur og skemtiligar viðmerkingar gjørdu, at framførslan misti ongantíð flogið.
Fynd í
Og Kris viðmerkti tíðliga í framførsluni, at um vit ikki skiltu enskt og tað hann segði, so var kanska ongin orsøk at sita og lurta, tí han var ikki tann stóri sangarin ella dansarin. Men hinvegin hevði onkur mint hann á, at hann skuldi ikki hugsa um, hvørt fólk á okkara leiðum nú skiltu enskt, tí har hann kom frá tosa tey flestu enskt, men tað vóru tó fleiri, ið ikki skiltu Kris Kristofferson, segði hann við blíðari sjálvironi.
Allur ivi varð tó beindur til viks, tá føroyska fjøldin hevði vant seg við stillisligu framførsluna. Tí Kris Kristofferson er veruliga ein meistarligur sangskrivari. Sangirnir hava egið lív, bæði tá tað snýr seg um lag og ikki minst tekst.
Her eru søgur, ið ein beinanvegin verður hugtikin av, og sum ein fegin fylgir til endan, tí tær røra við okkurt djúpt inni í flestu menniskjum. Og meistarliga skrivaðar og framførdar av meistaranum sjálvum; tað var tað, sum kvøldið á Hálsi týskvøldið í botn og grund var um!
Tað var stóri yrkjarin, poeturin, ið trein á pall við øllum gullkornunum og øllum teim vøkru løgunum.
Hóast høgan aldur, so heldur maðurin sær væl. Hann spældi eisini ein tíma út í eitt, áðrenn hann hevði støðg í 20 minuttir. Kom síðani aftur á pall og spældi nærum ein tíma afturat – tað gjørdust tveir tímar á pallinum, tá tey 3 eykaløgini eru tald við. Og tað er jú væl klárað av einum gomlum cowboyara.
Hvørt tað so var veðurlagið hjá okkum, mótvegis tí á Hawai, har hann býr, skal her verða ósagt, men Kris smæddist ikki við at snýsa sær í ein stóran lummaklút, júst sum vit so væl kenna tað frá eldri føroyskum monnum – í hvussu er fyrr.
Hetta var í roynd og veru bara við til at undirstrika, at her var talan um tann veruliga Kris. Onki hóvasták. Vit hoyrdu og hittu countrylegenduna og Hollywoodstjørnuna, júst so sum maðurin í veruleikanum er, nú lívsins summar er farið at hallað, sum hann sjálvur tók til í onkrari enskari reglu.
A La Kris. Og lakress kann sum kunnugt verða gott
Tað var eisini eitt pluss, at Kris ikki goymdi øll tey kendastu løgini til seinast. Til dømis sang hann lagið “Me & Bobby McGee” sum nummar 3 í sangskránni. Og skemtiligt er, at hann sang “...good enough for me and Bobby Mcgee” og síðani viðmerkti ; “..And Janice”. Tí Janice Joplin gjørdist eisini kend við hesum lag hjá Kristofferson, sum fyrstuferð kom út við Roger Miller í 1969 (sambært alnetinum), og sum síðani er sungin av ótaldum sangarum, m.a. Johnny Cash.
Lagið “Help Me make it trough the night” kom eisini rættiliga tíðliga í fyrra helmingini av konsertini, og hetta lag er jú eisini eitt lag, sum flestu okkara elska og lættliga gloypa. Kanska serliga, tá vit hoyra vanligu útgávurnar av lagnum, har fitt av søttsuppu er aftur við í formi av vælklingandi tónleiki.
Men konsertin týskvøldið snúi seg um Kris, sangirnar og orðini. Og stóru útstrálingina, ið ikki er fánað við árunum. Meira var ikki at koma eftir, men hetta var eisini ríkiligt. Og lagið “For the good Times” setti aftur stóra striku undir, at vit kenna Kris Kristofferson og mongu góðu sangir hansara. Tó tað undraði undirritaða, at føroyingar tóktust kenna fleiri av minni kendu sangunum eisini.
Kris takkaði fyri seg aftaná tveir tímar og takkaði fjøldini ...”for your spirit”: Men Kris átti tøkkina.
Hetta var ein konsert, har Kris setti dagsskránna. Annað var sjálvsagt ikki væntandi, men her var talan um Kris; mannin, guitaran og sangirnar. Stilt og ærligt. Hetta var ein konsert A La Kris. Og lakress kann sum kunnugt verða gott, svart, søtt ella beiskt og sera sogt. Og hesi heitini hóska í stóran mun til mannin, sum setti dagsskránna týskvøldið.










