Konsert á Bátasavninum í Leirvík

Komandi sunnudag hava Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg, flygul, konsert á Báta- og listasavninum í Leirvík.

Upprunaliga skuldi konsertin verða 15. december, men ódnarveðrið tann dagin fekk fyrireikararnar at avlýsa.

 

Konsertskráin komandi sunnudag er nakað broytt, so hon hóskar meira til  byrjanina av nýggja árinum. Jólatónar eru skiftir út við tónar av  Léhar og Sarasate. Monika og Birgitte fara at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding, Sarasate og Lehar. Við á konsertini er eisini Lív Hansen úr Fuglafirði, sum er næmingur hjá Moniku. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum sálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.

 

Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgunar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2 ” út . Útgávukonsertirnar vóru somuleiðis báðar á Leirvíkar Bátasavni.

 

Konsertin sunnudagin verður klokkan 16.00.