Í gjár vóru øll børnini íu skúlanum á Giljanesi savnað á skúlanum til konsert. Men hetta var ikki eintilvildarlig konsert, hetta var nevniliga vinningurin, níggjuni flokkur á skúlanum fekk fyri at vinna kappingina um at verða ársins roykfríi skúli í ár. Vinningurin var ein konsert við Sakaris og samstundis fekk flokslærarin, Rutt á Plógv, handað heiðursplátu, sum prógv fyri, at skúlin er Ársins Roykfríi Skúli 2014 og hon skal nú hongjast upp á skúlanum. Fólkaheilsuráðið, sum eisini eigur myndirnar, sigur, at talið á flokkum, sum eru við í kappingini um at verða ársins roykfríi skúli, økist ár um ár. Sí fleiri myndir frá konsertini við at trýsta HER Í ár vóru tað so 67 skúlaflokkar kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. oktober. Hetta megnaðu 42 flokkar, og í lutakasti, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri, gjørdist 9. flokkur úr Skúlanum á Giljanesi hepni vinnarin. Myndirnar hevur Kjartan Madsen tikið.
Tøl og frá 2014: Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1280 Luttakandi flokkar: 67 Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 42 Vinnandi flokkur: 9. Flokkur úr Skúlanum á Giljanesi Skúlin á Giljanesi er tískil Ársins Roykfríi Skúli.
Tøl frá 2013: Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1039 Luttakandi flokkar: 55 Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49 Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum. Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.
Tøl frá 2012: Luttakandi børn í 2012: 520 Luttakandi flokkar: 32 flokkar Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt.
|