Konsert

.

Fríggjakvøldið 3. apríl verður ein rock konsert í Læraraskúlahøllini í Havn. Tað verða tveir fløguaktuellir bólkar, ið fara at spæla.

Talan er um mold og Visible Fish.

Molt hevur júst givið út sína næstu fløgu, »Sun Magnet«, meðan Visible Fish er í ferð við at útgeva sína fyrstu fløgu, ið væntandi kemur at eita »Doing Lounge Jesus«.

Konsertin byrjar kl. 22.00 og kostar bert 50 krónur.