Konseptið helt í 88 minuttir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Skála ergrar seg um, at tað glapp ímóti dystarenda

Marginalarnir hava ikki verið blíðir ímóti Skála seinastu tvey umførini.

 

Hóskvøldið tapti Skála 0-1 ímóti KÍ heilt ímóti dystarenda, og søgan endurtók seg aftur við Løkin í Runavík, tá NSÍ vann 1-0 á Skála við máli, sum Klæmint A. Olsen skeyt í 88. minutti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen fyrr í kvøld.

 

Leikliga er Pauli Poulsen nøgdur, og hann fegnast eisini um stríðsfýsnið hjá spælarunum, men hann ásannar, at tað er súrt, bæði í dag, og farna hósdag at missa ein góðan javnleik úr hondum.

 

Pauli Poulsen fegnast um, at hansara menn standa væl á vøllinum, og heldur ikki, at mótstøðuliðini hava stóra eydnu at spæla seg ígjøgnum Skála-verjuna, men mugu týggja til deyðbóltsstøður fyri at fáa nakað burturúr ímóti Skála. Og í dag helt konseptið í 88 minuttir ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.