Økonomisk anarkisma

Sum kunnugt rindar ríkiskassin sín lógarbundna part av ávísum almennum útreiðslum í Føroyum, og sum flest øllum kunnugt, vórðu ríkiskassans endurgjaldsskyldur til landskassan hesum útreiðslum viðvíkjandi broyttar til blokkskipan frá 1. januar 1988 at rokna, og ár um ár hevur blokkurin verið dagførdur samsvarandi avtalu millum landsstýrið og stjórnina tann 9. mars 1987.

Heri Mohr

Í 2002 yvirtók løgtingið skúlamál og almannaforsorg, og blokkurin varð lækkaður við 366 mió., sum var ríkiskassans partur av fíggingini av hesum málsøkjum. Samstundis sum hetta hendi, gjørdi landsstýrið av at fastfrysta tað, sum var eftir av blokkinum, og soleiðis steðga dagføringini av honum.
Í løgtingsfíggjarlóg 2004 (síðu 480) er staðfest, at við avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina er blokkurin fastfrystur í 2002-2006, tað vil siga í 5 ár. Hetta tíðarskeiðið gongur út í ár, og nýggj avtala millum landsstýrið og stjórnina um dagføring av blokkinum verður sostatt ætlandi um stutta tíð.

Hendan fastfrysting av blokkinum innibar millum annað, at upphæddir viðvíkjandi málsøkjum, sum ríkiskassin er einsamallur (100%) um at gjalda, eisini vórðu fastfrystar. Millum hesi l00% málsøki eru t.d. Serviðgerð uttanlands (Ríkishospitalið) og stuðul til Sjúkrakassar.
Samsvarandi løgtingsfíggjarlógini 2001 vóru upphæddirnar í blokkinum til hesi bæði málsøki:
Serviðgerð 48.7 mió. og Sjúkrakassar 21.9 mió.  Hesar báðar upphæddir geva ein blokkstuðul í 2002-2006 samanlagt upp á 352 milliónir. x)
Í nevnda 5-ára skeiði er í løgtingsfíggjarlógunum játtað:
Ríkishospitalið 327 mió.
Sjúkrakassar 151 
Samanlagt 478 mió.
Blokkfígging 352  x)
Fíggjað úr
landskassanum 126 mió.
Við hesum báðum dømum er trivið í bygnaðin av blokkinum. Onnur dømi um innihaldið av blokkinum kundu verið nevnd: Serforsorgin 100% ríkiskassin, ellis- og røktarheim 40% ríkiskassin ella heilsuverkið 100% og 50% ríkiskassin.

Okkara løgtingslimir eiga at vita, at av blokkinum - 616 mió. - eru 614 milliónir lógfestar til
pensiónir, heilsuverkið, ellis- og røktarheim og serforsorg.
Við hesum stingur spurningurin seg upp um løgtingsins heimild at játta pening - in casu 126 mió. 
sum ikki er komin í landskassan, av tí at blokkurin hevur verið fastfrystur í 5 ár.
Og hetta, at landsstýrið rindar ríkiskassaútreiðslur, er óivað eisini ein av orsøkunum til, at landskassans rakstraravlop í fleiri ár nú er broytt til hall.
Kanska landsstýrismaðurin við fíggjarmálum kundi greitt okkum skattaborgarum frá hesum; og um útlit eru til, at bøtandi hendur fara at fáa nú sundurbrotna blokkin úr frystiskápinum, har hann so skilaleyst og einsíðað var innistongdur fyri 5 árum síðani.
Alternativið til tær bøtandi hendurnar má sómaliga (á donskum: anstændigvis) verða ein løgtingsviðtøka um uppsøgn av øllum blokkinum frá 1. januar 2007 at rokna við avleiðingum, sum ikki fæst yvirlit yvir.

Í avtaluni um blokkin millum landsstýrið og ta donsku stjórnina 9. mars 1987 er m.a. tilskilað, at Færøernes Hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning (framhevað av HM) frit disponere over tilskudet. Hetta petti hevur greiða adressu til løgtingsins grannskoðarar, nú blokkurin hevur verið djúpfrystur í 5 ár við í fyrsta lagi órógvandi avleiðingum í løgtingsins fíggjarlógum og landskassans viðurskiftum í síni heild, og í øðrum lagi er ein hóttan móti immunverjuni av okkara ellugomlu moralsku og mentalu fatan av almennum peningi.
At fastfrysta ríkiskassans fígging til pensionistar, gomul, avlamin, sjúk og brekað, sum blokkurin í roynd og veru er ætlaður til, má haldast at vera ein politisk óklók fyri ikki at siga ósømilig gerð, sum var betri ógjørd.