Sendingin Bilradio á Rás2 varð send hósdagin 19. februar. Í sendingini varð vitjað á Tekniska Skúla í Havn, har Eirikur Ólason Simonsen, leiðari á bildeildini, greiddi frá hvussu bilarnir eru broyttir hesi seinnu árini, og um hvat bilførarar kunnu gera fyri at koyra økonomiskt.
Prát er eisini við Sonnu Harldsen úr Sørvági, sum vann skutaran í sms-kappingini hjá Rás2 og MC-søluni. Eisini varð vitjað á bilsøluni Auto Service, har Páll Danielsen, sølumaður, segði frá hví teir, sum nakað nýtt, sóknast eftir brúktum bilum í lýsingum í bløðunum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum