Konni vann Væl á Veg

Konni Kass skal spæla á íslendskum festivali

Ársins Væl á Veg heiðurslønin er júst blivin handað, og var tann unga og evnaríka Konni Kass ið gjørdist vinnarin.

Hetta er fimta árið, at Atlantic Airways, Iceland Airwaves og G! hava handað heiðurslønina. Í fjør vóru tað AVE, ið vunnu. Konni fær eitt gávubræv áljóðandi 20.000 krónur frá Altantic Airways, umframt at hon sleppur at framføra á íslendska festivalinum, Iceland Airwaves.

Vit ynskja Konni Kass hjartaliga tillukku við heiðurinum, og gleða okkum til at hoyra hana á Iceland Airwaves!