Barnagarðurin og vøggustovan á Konmansmýru í Havn skiftir nú navn. Nýggja navnið verður kunngjørt týsdagin, tá stovnurin hevur opið hús millum klokkan 16 og 18
- Í 1892 stóð greinastubbi í ?Føringatíðindi? um at ?Barnagoymslan? í Havn varð komin í lag. Barnagoymsla eru vit ikki, men heldur ein stovnur í menning, siga starvsfólk í Barnagarðinum og vøggustovuni á Konmansmýru í Havn.
Vøggustovan á Konmansmýru fylti 25 ár 1 mars í ár, og nú fyllir Barnagarðurin 25 ár.
- Aftan á 25 ár er stovnurin lagdur saman til eina eind, og stórar broytingar standa fyri framman. Tí fara vit at skifta samleika og verður nýggja heiti avdúka 1. julI. Í hesum sambandi bjóða vit til opið hús týsdagin 1. juli frá kl. 16.00 til 18.00. Hendan dagin hevði tað glett okkum at sæð nógv tykkara, ið hava og hava havt tilknýti til stovnin, siga starvsfólkini.