Nancy Bjørklund og Birthe Toftagarð, sum í 1965 stovnaðu vøggustovuna, vórðu í dag uppkallaðar, tá stovnurin, Vøggustovan- og Barnagarðurin á Konmansmýru í Havn skifti navn til Birkilund
Tann fyrsta mars í 1983 lat vøggustovan upp í nýggjum hølum á Konmansmýru ? og 1. juli sama árið lat barnagarðurin upp. Síðani tá hava báðir sjálvsognarstovnarnir itið Vøggustovan á Konmansmýru og Barnagarðurin á Konmansmýru. Talan hevur verið um tveir sjálvsognarstovnar. Katrin Bjarnadóttir hevur seinastu 10 árini verið leiðari á Vøggustovuni, men tá Elsebeth Bolstad legði frá sær um leiðari fyri Barnagarðin á Konmansmýru 1. mars í ár, varð gjørt av at leggja stovnarnar báðar saman, og er Katrin Bjarnadóttir nú leiðari á báðum stovnunum, sum í dag hava skift navn til felags navnið ?Birkilund?.
Sjálvsognarstovnurin byrjaði sum vøggustova í Jekaragøtu yvir við Strond í Havn tann 18. oktober í 1965, og vóru tað tær báðar Nancy Bjørklund og Birthe Toftagarð, sála, sum byrjaðu vøggustovuna. Seinni flutti stovnurin niðan á Lützenstrøð fyri síðani í 1983 at flyta í nýggj og tíðarhóskandi høli við Hoyvíksvegin í Havn ? ella á Konmansmýru, sum eisini gjørdist navnið ? til stovnurin kl 17 í dag skifti navn til Birkilund.