Kongurin í Marokko lovar nýskipanir

Kongurin í Marokko, Muhammed VI, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann fer at boða frá fleiri nýskipanum um stutta tíð.

Kongurin kom við lyftinum á einum fundi í býnum Casablanca, har hann var saman við umboðum fyri fakfeløgini, arbeiðsgevararnar og teir politisku flokkarnar.

Kongur hevur skipað eitt serligt ráð, sum skal virka sum ráðgevi hjá stjórnini,l tá talan er um búskaparlig mog sosial mál.

Politiskir eygleiðarar ivast ikki í, at avgerðin hjá kongi at manna tað serliga ráðið er ein roynd at sleppa undan mótmælum sum teimum í Tunesia, Egyptalandi, Libya og aðrastaðni.

Sunnudagin vóru fleiri mótmælistiltøk í Marokko, og myndugleikarnir hava sjálvir upplýst, at fimm fólk doyðu, og at 128 vórðu særd.