Luciano Spaletti, venjari hjá Roma, ávarar sítt Roma lið, um ikki at lata euphoriska sinnalagið, eftir at vinna ein samanlagdan 4-2 sigur móti Real, ávirka teir ov nógv, og mælir til at menn taka tað róligt og sláa kalt vatn í blóðið.
Real Madrid, ið hevur vunnið Champions League, heili nýggju ferðir vórðu í gjárkvøldið útslignir úr kappingini, eftir at teir taptu 1-2 móti Roma. Hóast Raul megnaði at javna til 1-1, so var tað ikki nóg mikið, tí í yvirtíðini fingu Roma enn eitt mál, og vunnu tískil 2-1, eins og teir gjørdu í fyrsta dystinum. So samanlagt var úrslitið 4-2 til Roma.
Úrslitið hevur við sær, at Roma er í fjórðingsfinaluni á fyrsta sinni í 23 ár, og frøðin er tískil eyka stór á bæði leikarum, venjara og fjepparum felagsins.
Terry vil sleppa undan enskari uppgerð
Chelsea liðskiparin, John Terry ásannar, at hann fegin hevði vilja sloppið undan einari reinari enskari kvartfinalu í Champions League kappingini. Chelsea vunnu sannførandi 3-0 móti Olympiakos, og eru nú í kvartfinaluni, har Arsenal og Manchester United eisini eru komnir, meðan Liverpool noyðast at bíða til týskvøldið 11. mars, fyri at síggja, um 2-0 leiðsla teirra frá fyrra dystinum, er nóg mikið móti Inter í Milano.
Eftir at hjálpa liðnum til ein tryggan 3-0 heimasigur móti Olympiakos í gjárkvøldið, tosaði Chelsea liðskiparin um, at hann fegin hevði vilja sloppið undan at møtt einum av ensku liðunum í fjórðingsfinaluni. Men hann ásannar, at tað er ein stórur møguleiki fyri at tað gerst ein »all-english« fjórðingsfinala. Hann sigur tó eisini, at um man ætlar sær at vinna, so skal man vinna á øllum, so í veruleikanum kann tað vera líkamikið, hvørjum teir møta. Tað skal bara vinnast, sigur hann.
Málini hjá Chelsea skutu Michael Ballack, Frank Lampard og Salomon Kalou.
Milan fall
Mong høvdu hug at avskriva unga Arsenal liðið, tá teir bert megnaðu málleysan javnleik á Emirates leikvøllinum, og skuldu til San Siro leikvøllin at fáa eitt úrslit. Men ungu og evnaríku leikararnar hjá »The Gunners« megnaðu til fulnar at gera øll tílík úttalilsir fyri skommum, tí móti sera rutineraðum og evnaríkum Milan liðnum, megnaðu ungu dreingirnar at vinna ein sannførandi 2-0 sigur. Heilt uppiborin var sigurin eisini, tí Arsenal raktu veruliga dagin, og høvdu leikliga yvirvág, meginpartin av dystinum.
Málini hjá Arsenal skoraðu ungi Cesc Fabregas og Emmanuel Adebayor. Fabregas hevði eisini eina skotroynd, ið brast í tvørtræðið, men tað ferðina manglaði neyðuga hepnið.
Cristiano bjargaði United
Manchester United megnaðu við einum eitt-máls sigri at basa franska liðnum Lyon á heimavølli, eftir at útidysturin var endaður 1-1. United høvdu trupult við at koma gjøgnum treisku Lyon verjuna, ið stóð rættuliga væl á vøllinum. Men av tí at spælið hjá gestunum var óneyvt fram eftir vøllinum, øktist trýstið á verjuna, og so hendi tað, ið mátti henda. Ein bóltur varð leysur í brotsteiginum, og Cristiano Ronaldo takkaði fyri, gjørdi eitt trekk og hamraði bóltin í netmeskurnar.
Útsettur dystur
Liverpool og Inter skuldu spæla á San Siro leikvøllinum, men av tí, at Milan eisini hevur San Siro sum heimavøll, var ógjørligt hjá teimum at spæla. Milan spældi móti Arsenal týskvøldið, og einastaðni í onkrari óg, stendur at so og so long tíð skal verða fráliðin millum tveir dystir í hesari kapping. Tískil verður tað ikki fyrr enn týskvøldið 11. mars, at tað fæst at vita, hvørt tað verður Liverpool ella Inter, ið koma til fjórðingsfinaluna.
Liverpool føra 2-0 frá fyrsta dystinum, tá Dirk Kuyt og Steven Gerrard skoraðu.
Í boks:
Barcelona-Celtic 1-0 (Xavi)
Chelsea-Olympiakos 3-0 (Ballack, Lampard, Kalou)
Inter-Liverpool (Verður spældur týskvøldið)
Man. Utd.-Lyon 1-0 (Cristiano Ronaldo)
Milan-Arsenal 0-2 (Fabregas, Adebayor)
Porto-Schalke 1-0 (Lopez) (Schalke vann 4-1 við brotsspørkum)
Real Madrid-Roma 1-2 (Raul – Taddei, Vucinic)
Sevilla-Fenerbahce 3-2 (Alves, Keita, Kanouté – Deivid 2) (Fenerbahce vann 3-2 við brotsspørkum)