Kongur lá undir parkeringsplássinum

Fyri fimm mánaðum síðani funnu fornfrøðingar eina beinagrind undir einum parkeringsplássi í enska býnum Leicester, og nú vátta bretskir granskarar, at beinagrindin er av enska konginum Richard 3.

Til at staðfesta tað hava granskararnir brúkt dna-royndir av tí 55 ára gamla snikkaranum Michael Ibsen, sum er 17. ættarlið frá konginum. Fornfrøðingurin Richard Buckley, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur, at tað er eingin ivi um, at tað var Richard 3., sum kom undan kavi í september í fjør. Við hesum er ein 500 ára gomul gáta í ensku søguni loyst, tí higartil hevur eingin vitað við vissu, hvar Richard 3. bleiv jarðaður.

Richard 3. var tann seinasti enski kongurin, sum fall í bardaga. Tað var í bardaganum við Bosworth í 1485.Tað eru umleið 25 kilometrar úr Bosworth til Leicester.