Kongur kemur til Føroya á vitjan juni

Kongshúsið boðar í dag frá, at Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya á almenna vitjan í juni – løgmaður gleðir seg.

 

Ítøkiliga verður vitjanin í Føroyum frá 11. til 14. juni.

 

Fyrsta almanna ríkisvitjanin hjá kongshjúnunum verður í Svøríki fyrst í mai. Síðani vitja tey í Noreg, Grønlandi og í Føroyum. Tað upplýsir kongshúsið.

 

Kongeparret tager på første officielle statsbesøg til Sverige i begyndelsen af maj. Herefter besøger de Norge, Grønland og Færøerne. Det oplyser kongehuset.

 

– Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Løgmansskrivstovan boðar frá, at fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.

 

Fyrsta almanna ríkisvitjanin hjá kongshjúnunum verður í Svøríki fyrst í mai. Síðani vitja tey í Noreg, í Føroyum og í Grønlandi. Tað upplýsir kongshúsið. Kongaskipið Dannebrog verður bústaður teirra á ferðini, upplýsir Kongshúsið.

 

– Tá kongshjúnini fyrst í mai fara á fyrstu almenn ríkisvitjanina til Svøríkis, er tað samstundis startskortið til eina størri rundferði í Norðanlondum, sigur Kongshúsið.

 

– Eftir vitjanina í Svøríki verður farið á ríkisvitjan í Noreg, og síðani fara kongur og drotninging til Føroyar og Grønlands.

 

Kongshjúnini vitja sum nevnt í Føroyum miðskeiðis í juni.

 

Sambært kongshúsinum er ferðaskráin hendan:

 

  • Ríkisvitjan í Svøríki 6. – 7. mai
  • Ríkisvitjan í Noreg 14. – 15. mai
  • Almenn vitjan í Føroyum 11. – 14. juni (við fyrivarni)
  • Almenn vitjan í Grønlandi 29. juni – 8. juli (við fyrivarni)