Fríðrikur kongur fyllir 56 ár í dag. Í tí sambandi hevur kongshúsið almannakunngjørt eina nýggja mynd av kongi. - Foto: Steen Evald, Kongehuset./Free

Kongur hevur 56 ára føðingardag í dag

Fríðrikur kongur fyllir 56 ár í dag 26 mai. Tað er fyrsti føðingardagur hansara, eftir at hann tók við trónuni

Fríðrikur kongur fyllir 56 ár í dag. Í tí sambandi hevur kongshúsið almannakunngjørt eina nýggja mynd av kongi. - Foto: Steen Evald, Kongehuset./Free

Kongshúsið hevur í dag almannakunngjørt eina nýggja mynd av Fríðriki kongi í sambandi við, at hann fyllir 56 ár.

Tað verður gjørt á heimasíðuni hjá kongshúsinum.

Tað er fyrsti føðingardagurin hjá kongi, síðani hann tók við trónuni 14. januar.

Á heimasíðuni hjá kongshúsinum er til dagin eisini gjørdur ein talgildur listi til føðingardagsheilsanir. Har ber til at skriva kongi eina føðingardagsheilsan.

/ritzau/

 

Fríðrikur kongur fyllir 56 ár í dag. Í tí sambandi hevur kongshúsið almannakunngjørt eina nýggja mynd av kongi. - Foto: Steen Evald, Kongehuset./Free