Kongsvitjan

Stavanger

Eyðun Elttør, Poul Mohr og Kjartan Kristiansen tóku ímóti, tá Haraldur V kongur av Noregi vitjaði føroyska básin. Umframt kong vóru Jens Stoltenberg, forsætismálaráðharri, og Leif Johan Sevland borgarstjóri, við í fylginum, sum gekk runt á oljustevnuni. Tað var eisini kongur, sum setti stevnuna týsdagin. 1200 útstillarar eru við, harímillum føroyski básurin North Atlantic Resource Centre.