Fimmarin í útvarpinum fyrr í vikuni um hettar álvarsmál reisti áhugaverdar spurningar. Greitt er, at landbúnaðurin í Føroyum ikki fungerar optimalt í løtuni, so man kann vera partvís samdur við Bjarna Djurholm í diagnosuni, men tá tað kemur til medisinið, so fer BD skeivur. Sum fólkafloksmonnum líkt, so diskar hann upp við vidundurmedisininum, sum sambært fólkaflokkinum klárar allar samfelagsligar trupulleikar. Hetta vidundurmedisinið er privatisering, og tí skal kongsjørðin privatiserast.
Hví raksturin av føroyskum garðum skal gerast betur, tá bøndurnir fáa dalar og fjøll sum privata ogn, fæst ikki nakað svar uppá. Fíggingarmøguleikarnir gerast neyvan betur, tí sum er hava teir ivaleyst verið í so góðir gjøgnum Jarðarráðið.
Alt annað líka, so verður raksturin tyngri við einari øktari lánibyrðu til keyp av kongsjørðini. Einasti máti, hettar ikki er tilfeldið, er um kongsjørðin ? skattgjaldarans ogn - verður forerd burtur fyri lítið og lætt.
Sagt hevur verið, at um nýtsluvirðið á kongsjørðini er lægri enn skuldin í einum garði, so verður skuldin niðurskrivað til nýtsluvirðið. Við øðrum orðum fáa teir bøndur, ið hava nógva skuld, jørðina forerandi og fáa avskrivað skuld omaná. Hettar er fólkafloksprivatisering, tá hon er allarbest. Teir bøndur, ið lítla ella onga skuld hava í dag, mugu gjalda fyri sína jørð, og harvið tyngja raksturin av garðinum, meðan teir, ið hava lænt seg út á sjógv fáa eftir øllum at døma jørðina pluss skuldarsanering.
Tað verður sagt, at bøndurnir ikki skulu kunna fáa vinning burtur úr eitt nú sølu av jørð, tí man fær ein búnaðargrunn ella búnaðarbanka. Tað kann væl verða, at hettar er støðan júst nú. Hvussu verður um 10 ár, fyri ikki at tala um eitt ættarlið? Tað vísir seg at vera eitt serføroyskt eyðkenni ? serliga kent frá fiskivinnuni, at menn gloyma, at skattgjaldarin eigur lívið í teimum.
Hvussu við fornminnum? Tað kann væl verða, at friðingarlógin er galdandi yvir privatari ogn eisini, men hvør skal eiga? Hvør fer at standa og krevja atgongumerki?
Nú er tørvur á, at allar góðar kreftir at siga sína hugsan um hetta. Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin? Tekur hann undir við at avreiða fólksins ogn á nakrar fáar hendur ? hví ikki tosa við vinstravongin í Løgtinginum um ein landbúnaðarreform, ið ikki inniber forering av landsins ognum. Er hetta ikki nakað, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin náttúrliga áttu at kunnað samst um! Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer.