Kongsjørðin

Leiðarin

 

Landstýrið skjýtur nú upp at privatisera kongsjørðina. Hetta er ein gamal kongstanki hjá Fólkaflokkinum og er hettar ikki fyrstu ferð málið er frammi.


Hettar er eitt álvarsmál havandi í huga, at stórt sæð øll tann syðra helvtin av Streymoynni er kongsjørð. Hetta merkir, at stór virði verða latin nøkrum fáum, uttan at onnur fáa høvi so mikið sum høvi at bjóða upp á hesar landsins ognir. Um man sum Fólkaflokkurin gekk inn fyri privatisering, so hevði ivaleyst verið rættari at bjóða jørðina út. Hettar tykist vera eitt sera gott dømi um Fólkaflokksprivatisering, har landsins ognir verða latnar nøkrum fáum til ein bíligan penga.


Eitt sera luftugt hugtak sum búnaðarvirði skal setast á jørðina fyri at fáa ein søluprís, men eingin veit rættiliga hvat tað merkir. Merkir búnaðarvirði tað, ið jørðin kann bera, hevur borið ella ber í løtuni?


Jørðin, ið nú skal latast nøkrum fáum, kann potentielt vera verd nógvar milliónir um heilt fá ár. Hvussu er til dømis við Hoyvíkshaganum og øðrum hagum á Streymoynni?


Tað kann væl vera, at fólk nú eru greið yvir, at kongsjørðin ikki skal kunna seljast til byggispekulatión og annað, men hvussu verður um 10 ? 15 ár? Tá er vandi fyri, at menn fara at rópa upp um privatan ognarrætt, og hava púra gloymt, at teir hava móttikið skattgjaldarans ogn nøkur ár frammanundan til ein bíligan penga. Tað hevur man mangan sæð fyrr í øðrum vinnum. Hvussu nógvir reiðarar í dag, viðganga til dømis, at teir ikki høvdu sitið sum teir sita í dag, um ikki landið hjálpti?


Tann stóri spurningurin er hví, kongsjørðin skal privatiserast. Ger tað nakað, um landið og harvið skattgjaldarin eigur jørðina? Ideologiskt er Fólkaflokkurin ímóti landsjørð, men hvat sigur Tjóðveldisflokkurin? Privatisering av kongsjørðini kemur neyvan at fylla nógv í skiftisgrunnin.


Vil Tjóðveldisflokkurin standa modell til fólkafloksprivatisering? Fryktandi er fyri, at spinkla fullveldissemjan, kemur at geva Fólkaflokkinum frítt spæl at gjara landsins ognir út á fáar hendur til undirprís, tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum. Vónandi er gamla alliansan á vinstravonginum millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin ikki burtur med alla vegna fornermilsi í nýggja vonginum av Tjóðveldisflokkinum, ið tykist undirmeta vandan í tí høgraráki, ið alsamt meira ger seg galdandi í føroyska samfelagnum.