Fjølmiðlar finnast at kongshúsinum fyri at vera ov sein við boðunum um, at Heindrik Prinsur er dementur.
Kongshúsið átti at havt biðið miðlarnar hildið seg burtur ella kannað prinsin eitt sindur fyrr, halda fleiri danskir fjølmiðlar.
Í donsku bløðunum í morgin eru fleiri atfinningar mótvegis kongshúsinum fyri ikki at gera vart við seg fyrr um støðuna hjá Heindriki prinsi.
Hetta er í kjalarvørrinum av, at kongshúsið í dag boðaði frá, at Heindrikur prinsur hevur fingið staðfest demens.
Og hetta hevur fingið miðlarnar at eftirmeta dekningin av áleypandi úttalilsunum hjá prinsinum um støðu sína í kongshúsinum. Og ábyrgdina hevur kongshúsið, halda miðlarnir.
Í oddagrein í Jyllands-Postens skriva tey um, at seinasta tíðin hava verið »pinagtige optrin, som pressen kynisk har forfulgt«.
Hetta áttu tey at sloppið prinsinum undan, halda bæði Jyllands-Posten og Ekstra Bladet.
Tað er eingin ivi um, at miðlarnir hava samhuga við heilsustøðuni hjá prinsinum, men alt hetta órógvið stendst av kongshúsinum sjálvum, heldur Jyllands-Posten.
– Kongshúsið hevur fyrst og fremst sær sjálvum at takka fyri, at tilgongdin ikki hevur verið so vøkur, skrivar blaðið í oddagreinini.
Jyllands-Posten heldur, at kongshúsið átti at havt biðið miðlarnar um at hildið seg aftur ella púra einfalt at kanna heilsustøðuna hjá prinsinum eitt sindur fyrr.
Tað sama verður sagt í samrøðu við Poul Madsen, blaðstjóra, í Ekstra Bladet. Hann heldur, at miðlarnir gjørdu tað, sum teir áttu at gera undir hasum umstøðunum.
– Um kongshúsið visti, at Heindrikur prinsur var dementur, skuldi tey havt sagt okkum tað, tí so høvdu vit tikið neyðug fyrivarni. Tvørturímóti løgdu tey dent á, at hann hevði sín fulla rætt at siga tað, sum hann segði, sigur Poul Madsen, blaðstjóri á Ekstra Blaðnum.
Berlingske skrivar eisini í oddagrein um støðuna, men har fær kongshúsið ikki somu skorfleingju. Har verður strika sett í sandin:
– »...fra dette øjeblik vil det være klart, at det vil være dybt urimeligt og uetisk at jage prins Henrik for udtalelser«.
/ritzau/