Kongshúsið eftirlýsir Øskufíu – gullskógvur gloymdur eftir gallataffel

Efter gallataffel á Christiansborg Slotti lat Anne-Sofie gullskógvin standa sum ein »ævintýrakendur endi«

 

Ein gulllittur glimmur stiletskógur lá eftir á Christiansborg Slotti eftir hátíðarhaldið fyri Christians prinsi, sum fylti 18 ár í gjár.

Tað skrivar kongshúsið á Instagram við tilsiping til ævintýrið um Øskufíu.

– Man tað vera Øskufía, sum gloymdi skógvin í gjárkøvldið, skrivar Kongshúsið.

Fjølmiðladeildin hjá kongshúsinum váttar fyri Ritzau, at talan er ikki um eitt miðlastunt.

Men eigarin er tó finnin, eftir at Se og Hør hevur hugt eftir myndum frá hátíðarhaldinum.

 

##med2##

Tað er Anne-Sofie Tørnsø Olsen úr Egedal Kommunu. Hon sigur við blaðið, at tað var meint sum »ein ævintýrkendur endi eins og hjá Øskufíu«.

– Eg helt sjálv, at tað var eitt sindur stuttligt, og eg tosaði við familjuna og vinir mínar um hugskotið, og tey vóru samd um, at eg skuldi gera tað.

– Tað var ein møguleiki, tú ikki fært aftur, segði hon við blaðið.

Um Anne-Sofie Tørnsø Olsen fer at venda sær til kongshúsið fyri at fáa stilettin aftur, veit hon enn ikki.

200 ung fólk vórðu boðin fyri frá øllum teimum 98 kommununum í Danmark og úr Føroyum og Grønlandi.

Harumframt vóru umleið 110 gestir úr ítróttarheiminum, listaheiminum og mentanarheiminum boðin við.

Christian prinsur takkaði í røðu síni gestunum fyri, at tey høvdu ferðast allan vegin fyri at hátíðarhalda hann.

– Vit eru ikki líka, men vit standa sama stað í lívinum. Vit hava nógv í felag. Og í kvøld er nýtt fyri okkum øll. Tað ger tað eitt sindur lættari. Og tað havi eg brúk fyri beint nú, segði hann.

Talan, sum var fyrsta almenna talan hjá prinsinum, hevði hann sjálvur verið við til at skriva. Í henno lovaði hann millum annað, at hann ætlar sær at vera nærlagdur, men legði eisini dent á, at hann ikki er » lýtaleysur«.

 

##med2##

Drotningin var vertur og tók øll á bóli við eini konsert við Benjamin Hav & Familien.

Kvøldið endaði við , at prinsurin fór upp á pallin og takkaði fyri »eitt fullkomiliga ógloymandi kvøld« sambært Kongshúsinum.

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

Anne-Sofie Tørnsø Olesen úr Egedal Kommune. Hon hevði latið annan gullskógin standa eftir – sum ein onnur Øskufía. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix  

Anne-Sofie Tørnsø Olesen sigur við Se og Hør, at gloydmi skógvurin var ætlaður sum ein »ævintýrakendur endi eins og hjá Øskufíu«. - Foto: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix