»Í dag er ólavsøka, tjóðarhátíð Føroya. Tað er ein dagur, ið savnar føroyingar úti og heima, og vit nýta tí høvið til at senda okkara hjartaligu heilsan til Føroya fólk.
Vit bæði gleða okkum til at vitja landið næsta ár. Tær norðuratlantisku oyggjarnar við tí stórbæru náttúruni og gestablíða fólkinum er altíð ein framúr og einastandandi uppliving.
Kongshjúnini.«