Kongshavn landaði trý skip

Polarhav og Stjørnan landaðu upsa á seinasta túri, áðrenn farið verður á gulllaks. Tá loyst verður aftur, eru øll seks gulllaksaskipini komin í gongd, nú vertíðin er byrjað. Mánadagin landaði landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará trý skip.

Polarhav og Stjørnan, sum vóru á seinasta upsatúrinum hesaferð, høvdu 260.000 pund. Skipini eru nú farin á beding og síðan verður farið á gulllaksaveiði.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava lagt um til gulllaks, landaðu eisini mánadagin. Eysturbúgvin landaði í Saltangará og Vesturbúgvin á Toftum. Skipini vóru full, og veiðan vá umleið 420.000 pund tilsamans.

Í gjár landaðu Heykur og Falkur í Saltangará. Teir høvdu góð 200.000 pund av upsa tilsamans.

Bakur og Stelkur, sum hava verið á beding á Skála, loystu ætlandi til nýggjan túr í gjárkvøldið.