Í Kongsbókini eru reglur og hugsjónir, sum løgdu lunnar undir tað føroyska samfelagið og hava ávirka føroyska mentan síðani hámiðøld.
Í bókini standa lógirnar sum innførdu kongliga stýrisskipan í Føroyum.
Stundum hava løgmenn og skrivarar í seinmiðøld, skrivað niður sumt av tí sum fór fram á løgtingi, millum annað tær fyrstu lógarsamtyktirnar hjá løgtinginum.
Kristinrætturin úr lógbókini, sum Føroya biskupur hevur um hendi, er eisini tikin við í útgávuna. Biskupur umsat kristinrættin, sum skipaði hvussu kristindómur skuldi haldast í tí dagliga.
Bókin er í stórum broti, 416 síður og í bókarkasettu.
Bókin er til tey sum hava áhuga fyri føroyskari søgu, lóg, mentan, máli og listarligari handskrift.
Andras Mortensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skivað søguligan inngang og týtt úr handskrift.
Tey í vilja ogna sær bókina, kunnu fáa hava fyri serprís, við at skriva til frodskapur@setur.fo ella ringja 567803 ella 292586
Í forsølu kostar bókin 500 kr. Vanligur prísur 580 kr.