Kongressbygningurin í samveldishøvuðsstaðnum í USA, Washington D. C., er seint í kvøld tryggjaður aftur.
Tað upplýsir embætismaður sambært tíðindastovuni Reuters.
Trygdarleiðslan í Kongressini upplýsir, at bygningurin varð tryggjaður beint áðrenn útgonguforboðið ó Washington D. C. byrjaði klokkan 18 lokala tíð.
Boðini moma, tímar eftir at Donald Turmp-viðhaldsfólk fyrr í dag trokaðu seg inn í bygningin , har limir í Senatinum og Umboðsmannatinginum formliga skuldi vátta Joe Biden hjá Demokratunum sum vinnara av forsetavalinum.
Tað førdi til ein knappligan stongsul av bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, meðan mótmælisfólkini megnaðu at koma longri og longri inn.
##med2##
Løgreglan nýtti táragass ímóti mótmælisfólkunum fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Fleiri fólk, teirra millum fleiri løgreglufólk, eru særd í ófriðinum. Ein kvinna er deyð, eftir hon varð rakt av skotum við Kongressina.
Mótmælisfólkini sluppu heilt inn í sjálvt senatskamarið, sum førdi rtil, at limirnir vórðu evakueraðir og atkvøðugreiðslan útsett.
– Alt rúmið rópti fagnaðarróp, skrivar Matt Fuller, tíðindamaður fyri Huffington Post í Kongressini, á Twitter um løtuna, tá trygdarleiðarin kom inn við boðum um, at bygningurin var tryggjaður.
/ritzau/