Kongobúgvi er hugtikin av »Dollanum«

Mánadagin 8. august var Stephane Kabeya úr Demokratiska Lýðveldinum Kongo í Gamla Kirkjugarði á Svínaryggi í Havn og vitjaði grøvina hjá Kongo-trúboðaranum, D. J. Danielsen saman við Óla Jacobsen

Óli Jacobsen, sum vanliga skrivar ”Miðvikuna” í Sosialinum hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at fáa fram ta hjartanemandi søguna um havnarmannin, D. J. Danielsen (1871-1916), sum gjørdi eitt ógvuliga stórt humanitert arbeiðið fyri at vekja eyguni hjá umheiminum, so endi kundi fáast á teimum ræðuleikunum, sum tey innføddu í hjálandinum, Belgiskt Kongo liðu undir fyrst í 20. øld. Óli Jacobsen hevur gjørt nógv fyri at leita fram keldutilfar saman við øðrum, sum prógva, at D. J. ”Dollin” Danielsen var tann fyrsti føroyingurin, sum gjørdi eitt ógvuliga munagott, humanitert arbeiðið úti í tí stóru verð. Í fjør heyst kom so bókin ”Dollin – Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna” í bókabúðirnar.

Ov lítið virdur
Óli Jacobsen var somikið víðskygdur, at hann gjørdi ein góðan enskan samandrátt, so fólk, uttan fyri Føroyar, ikki minst fólk úr Kongo, og Afrika annars kundu frætta um søguna hjá tí viljasterka havnarmanninum, sum ikki fann seg í ræðuleikunum í Belgiskum Kongo. Kortini dylur Óla Jacobsen ikki fyri, at Dollin fær alt ov lítla viðurkenning frá sínum landsmonnum, fyri sín avgerandi leiklut at steðga ræðuleikunum í Belgiskum Kongu fyrst í 20. øld.
Hóast Dollin var fullvitandi um, at hann kundi rokna við at verða bannaður atgongd til Belgiskt Kongo aftur, so gjørdi havnarmaðurin kortini sítt til, at Balolo missiónsfelagsskapurin tók eina greiða frástøðu frá teimum ræðuligu gerðunum hjá leigusveinunum hjá Leopold 2., kongi av Belgia. Dollin bleiv eisini av somu orsøk ”Persona non grata” í Belgiskum Kongo.

Vitjaði grøvina hjá Dollanum
Kongolesarin, Stephane Kabeya, sum er giftur við Sigrun, fødd Simonsen úr Fuglafirði, fekk 11 bøkur frá Óla Jacobsen, so hann kundi luta søguna við aðrar kongolesar um hendan merkisverda havnarmannin, sum var við til at byrja eina fólkarørslu, sum at enda gjørdist so máttmikil, at Leopold 2., kongur mátti frásiga sær Kongo, sum sína privatu ogn.
Mánadagin 8. august var Stephane Kabeya ein túr við Óla Jacobsen og vitjaði grøvina hjá Dollanum í Gamla Kirkjugarði á Svínaryggi í Havn.

Fingið sterkari tilknýti til Føroyar
Stephane Kabeya kennir nú, at við søguni um Dollan, so hevur hann fingið eitt enn sterkari tilknýtið til Føroyar. Stephane heldur eisini, at tað er hugaligt at kunna fortelja sínum landsmonnum, at ein slíkur humaniterur vælgerðarmaður, sum Dollin kom úr sama landi, sum kona hansara, Sigrun. Hann heldur, at føroyingar kunnu veruliga verða stoltir av, at ein føroyingar var ein av oddamonnunum, fyri at fáa ein enda á teimum ræðuleikunum, sum vóru gjørdir av belgiumonnum í gummiplantasjunum í Belgiskum Kongo, har fólk vóru myrd í hópatali, og nógv onnur upplivdu at fáa aðra hondina kvetta av.
Stephane Kabeya leggur herðslu á, at hann fer at gera sítt til, at søgan um D. J. Danielsen skal gerast kend millum sínar landsmenn. Hann hevur longu fingið fleiri bøkur frá Òla Jacobsen til hetta endamálið.
Mánamorgun 15. august kl. 11.15 verður ein samrøða við Stephane Kabeya at hoyra á Rás2.