Fornfrøðingar hava funnið eina kongliga grøv við skattum og 1200 ára gomlum mumium í Peru í Suðuramerika.
Gravkamarið stendur eftir øllum at døma ónortið, og har eru 63 mumiur og meir enn 1200 ymsir lutir. Millum annað gull- og silvursmúkkur, bronsuøksir og ymsir keramikklutir, skrivar Jyllands-Posten.
BBC sigur, at grøvin varð funnin fyri stuttum í eini pyramidu í El Catillo de Huarmeyll, um leið 280 kilometrar norðan fyri Lima, høvuðsstaðin í Peru.
Gravkamarið er frá warimentanini, sum ráddi fyri borgum í Andesøkinum fyri inkatíðina. Í grøvini funnu fornfrøðingarnir millum annað tríggjar waridrotningar.
Flestu av mumiunum eru kvinnur, og tað bendir á, at konufólk høvdu størri vald í warimentanini enn higartil hildið.
- Tað er fyrstu ferð, at ein konglig grøv frá Waritíðini er funnin. Av teimum 63 jarðaðu fólkunum vóru nøkur í sitandi støðu, og seks onnur lógu nakin í eini løgnari støðu, sum fær okkum at halda, at tey vórðu ofrað, sigur Milosz Giersz, ein av leiðandi fornfrøðingunum, við BBC.
Warimentanin hevði stórleikatíð sína frá sjeyndu til tíggjundu øld, og hetta fólkið hertók meginpartin av tí økinum, sum í dag er Peru.
Fyri meira enn túsund árum síðan hvarv warifólkið eftir øllum at døma á gátuføran hátt, og síðan kom tann kendara Inkatíðin.
Høvuðsstaðnurin hjá warifólkinum var í Andesfjøllunum, við býin Ayacucho.
(Mynd: Milosz Giersz)