Myndirnar eru tiknar í sambandi við eina kongavitjan í 1959. Fríðrikur kongur og Ingrid drottning saman við prinsesseunum Margrethu og Benadiktu vitjaðu uppi við byrgingarnar oman fyri Vestamanna, meðan verkætlanin Mýrarnar og Heygaverkið varð gjørd. Páll Mikkelsen verkfrøðingur hjá SEV hevur tikið myndirnar.