Í næstu viku kemur Margretha drotning til Føroya á almenna vitjan. Vanliga er kongaskipið Dannebrog við á hesi ferð og verður brúkt til sigling millum oyggjarnar og annað.
Í gjár setti Dannebrog – uttan sjálvt kongaliga fylgið – kós ímóti Føroyum, men tað gekk ikki sum ætlað. Dannebrog fekk maskinbrek, og tað var so álvarsamt, at báðir motorarnir steðgaðu, og kongaskipið mátti sleippast aftur í havn í Frederikshavn í morgun, skrivar Ritzau.
Tað er óvist, um tekniska brekið kann umvælast, so at Dannebrog kann verða við á ferðini hjá Margrethu drotning í Føroyum.
– Teknikarar og skipasmiðjufólk skulu kanna, hvussu leingi tað tekur at umvæla skaðan, so vit vita ikki enn, um kongaskipið kann verða við á Føroyaferðini, sigur Jens Lundborg, oberstur í Forsvarskommandoen, sum varðar av Dannebrog, við Ritzau.
Dannebrog skuldi eftir ætlan sigla víðari til Grønlands eftir ferðina í Føroyum.
Margretha drotning kemur við ella uttan Dannebrog á vitjan í Føroyum.
(Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)