Kongaskipið á Havnini

Kongaskipið kom í dag inn á Havnina at bunkra á veg til Grønlands.

Seinnapartin í dag kom kongaskipið Dannebrog spakuliga inn um molan í Havn og legði seg við ískaiina á vestaru vág.

 

Kongaskipið er ávegis til Grønlands, men legði at her í Havn fyri at bunkra.

 

Kongaskipið skuldi koma til Føroya longu 15. juni, í samband við drotningavitjanina, og vóru komnir nakað ávegis, tá drotningavitjanin varð útsett.

 

Ein føroyingur er umborð á Dannebrog, Benjamin Øregaard. Hann er føddur og uppvaksin í Danmark, men bæði foreldrini eru úr Føroyum, mamman, Jensa, úr Saltangará, og pápin, Páll, úr Klaksvík.

Benjamin Øregaard var sum vera man skuffaður, tá drotningavitjanin varð útsett og Dannebrog kortini ikki skuldi til Føroya.

 

Túrurin til Grønlands tekur um sjey vikur.