Filmummæli
So vendi kongurin aftur, King Kong og drotningin hjá honum. Hendan Beauty and the Beast søgan, ið er leikstjórnað av Peter Jackson (Ringana Harri), er nærum ov nógv av tí góða. Hetta er ein "super-size" filmur við fimm litrum av kola, sum onkuntíð er for dramatiskur. Filmurin er eisini óvanliga langur, og hann megnar ikki at halda áskoðaðan fangaðan gjøgnum allan filmin. Tað tekur t. d. yvir 70 minuttir áðrenn vit síggja Kong. Hin vegin er eingin ivi um, at King Kong, fer at selja nógv atgongumerki her á jólum, kanska líka so nógv sum Lord of the Rings og filmurin Titanic.
Gamli filmurin "Kong" frá 1933 var ein ein av teim stóru filmunum frá 1930unum. Meiri enn fjøruti ár seinni, í 1976 kom ein onnur útgáva av ævintýrinum um King Kong, tá filmurin hjá Dino De Laurentiis kom fram.
Tað hevur líksum leingi verið boðað frammanundan, at nú tá "The Lord of the Rings" maðurin Peter Jackson hevur gjørt eina 2005 versión av King Kong, so kunnu vit væntað okkum tað villasta innan special effects og action. Og her heldur filmurin eisini, hvat hann lovar. Her eru senur, ið sjálvt "special effects" klassikarin Jurassic Park ikki megnar at vísa okkum. Í filminum er m. a. ein bardagi millum Kong og ein bólk av 20 metur høgum dynosaurum.
Tað sum eg haldi er mest bergtakandi, er at síggja stóru senurnar frá New York í 1930unum. Hetta er so stórsligið, at vit ongantíð hava sæð slíkt fyrr.
Tað er eisini nokso spennandi at síggja Kong fyri fyrstu ferð. Eg haldi, at hendan gorillan í titanarastødd, er hin best gjørda, í mun til hinar filmarnar. Hon líkist einari veruligari gorillu, bert í ovurstødd. Tað er eisini áhugavert, at í hesi versiónini er Kong hin seinasti av sínum slag, hinar stóru apurnar eru onkunsvegna útdeyðar, og hann er nú einsamallur á oynni og sansaleyst í øðini.
Eisini eru senurnar, har Kong berjist við tríggjar dinosaurar, ið eru í ferð við at eta kvinnuliga høvuðspersónin, spennandi og væl gjørdar.
Við í filminum eru ótrúligar senur, ið koma at skriva seg inní meiri komersiellu filmsøguna, sum t. d. tá ein heil gonga av Brontosaurusum eru farnir at renna undan, so teir trampa alt niður og detta at enda fyri bakka. Í einari óhugnaligari senu verður manningin, sum leitar eftir Kong, álopin av óendaligum flokkum av mannaátara eiturkoppum, insektum og alskins óhugnaligum illkyktum.
S. S.Venture
Filmurin King Kong gongur fyri seg í 1930unum. Fólk eru svong, og fátækradømið er stórt. Vit møta vøkru sjónleikarinnuni Ann Darrow (Naomi Watts - kend frá 21 Grams og Mulholland Drive), sum droymir um at fáa eitt gjøgnumbrot innan sjónleik. Tá hon missir arbeiðið, er hon illa fyri. Hon er við at enda sum ein av teim mongu svongu og vónsviknu í New York. Við eitt møtir hon ævintýrarinum, sjarmørinum og filmleikstjóranum Carl Denham (Jack Black - kendur frá High Fidelity og School of Rock), ið hevur óendaliga stórar ætlanir um at gera ein film á einari ókendari oyggj, og hann vil hava hana at spæla høvuðsleiklutin.
Carl er ein stórur lygnari. Filmsfelagið vil ikki longur vita av honum. Hesi vilja ikki gera seinasta filmin hjá honum lidnan, so endin er, at Carl stjelur restina av filmrullunum og rýmur av landinum við maningini frá filminum. Hann hevur leigað eitt skip við manningini hjá skiparinum Eaglehorn (Thomas Kretschmann - Stalingrad, U-571) og skundar sær at sleppa sær avstað, áðrenn løgreglan fangar hann.
Hann lokkar Ann Darrow og sjónleikahøvundanum Jack Driscoll (Adrien Brody - Pianisten) við á ferðina við skipinum S. S. Venture, ið hann sigur skal til Singapore, men ætlanin hjá honum er at finna sagnoynna, Skull Island. Her vil Carl finna ævintýrið, ið skal gera hann kendan sum leikstjóra, tí Carl er eisini so svakliga upptikin av einari sensatiónsmerktari leitan eftir viðurkenning, at hann sjálvandi endar við at oyðileggja alt hann nertir við.
Jack Black er dugnaligur í leiklutinum sum hin narsissistiski Carl. Eg havi leingi hildið, at Black er ein undirmettur sjónleikari.
Naomi Watts er eisini dugnalig í leiklutinum sum Ann Darrow. Kanska eitt sindur keðilig, men hon er helst í tráð við kvinnumyndir frá 33.
Adrien Brody, ið er ein ótrúligur sjónleikari, er sum skaptur til leiklutin sum hin kensluborni høvundin Driscoll. Mín virðing fyri Brody er nærum markleys, eftir at eg sá hann missa eini 30 kilo í filminum hjá Polanski Pianisten, fyri henda leiklutin fekk hann eina Best Actor Award og ein Oscar.
Tú upphavsins heimur
Eftir eina langa ferð koma tey til Skull Island, men tá er so nógvur mjørki, at S. S. Venture er um at renna seg fastan á vandamiklum flúrum. Hesin parturin av filminum er sera væl gjørdur, her eru special effects, sum eg ongantíð havi sæð fyrr.
Tá tey koma á land, finna tey ein stóran vegg. Og eitt fólk, ið mest av øllum líkist mannaátarum. Hesi hava gyrt seg inni handan ein stóran vegg, og tey tosa bangin um Gudin Kong. Hesi fólkini eru bangin og vandamikil, og tey drepa frá hond, men tá tey hvítu fólkini fara at skjóta, rýma tey.
Alt sum hendir hertil minnir um hinar King Kong filmarnar, men í hesi versiónini, ið er nógv longri, er ferðin hjá manningini, Carl og høvundanum Jack ein nógv meiri vandamikil ferð. Umhvørvið á oynni er á tremur av dinosaurum, risa skordjórum og alskins vandamiklum flogkyktum, men eingin er meiri vandamikil enn hin 30 metrar høgi Kong.
Heart of Darkness
Tað var hugnaligt og spennandi at vitja góðu gomlu Skull Island aftur, og tíðina í 1933 tá heimurin var størri enn í dag. Tá fólk kundu ímynda sær oyggjar, ið vóru so fremmandar, at eingin kendir tær. Oyggjar við stórum apum. Villum fólkum og alskins dinosaurum.
Í King Kong er ein tilvísing til bókina Heart of Darkness eftir Joseph Conrad, ið er ein týðandi kelda til morðið á eina heila mentan í Kongo, og søguna um, hvussu belgiska hjálandavaldið í Kongo endaði sum ein stór stinkandi deyðslega. King Kong er sjálvandi ein ævintýr- og ein actionfilmur, men undir yvirflatuni er filmurin ein sorgarsøga um, hvussu stóra og syrgna ódjórið fekk ein enda.
King Kong er enn søgan um kærleika millum djór og menniskja. Um siðmenningina mótvegis tí villu og ótamdu vøkru náttúruni. Søgan um menniskjans oyðileggjandi skynsemi, ið endar við at drepa alt sum er vakurt. Carl umboðar hesa síðuna av menniskjanum, ið leitar eftir sensatiónum og hvussu hann at enda bert vil gera sær dælt av Kong og misnýta stóru einsligu apuna, ið bert leingist eftir kærleika, nú hon er hin seinasta av sínum slag.
At byrja við er søgan í filminum sera undirhaldandi, men at Jackson brúkar yvir 70 minuttir til ferðina til Skull Island ger, at tey yngstu fáa torført við at njóta allan filmin.
Við King Kong hevur Jackson skapt enn eitt ævintýr, sum í brotum minnir um Jurassic Park og Lord of the Rings, men filmurin er ov langur og hann doyr í støðum. Hetta ger, at eg bert vil geva honum 4 stjørnur av 6.
King Kong:
Ann DarrowNaomi Watts
Carl DenhamJack Black
Jack DriscollAdrien Brody
Kaptajn EnglehornThomas Kretschmann
Leikstjórn, Peter Jackson. USA, 2005. 188 minuttir. Filmurin verður frumframførdur í Havnar Bio 14. desember.










