Kongamorðið í Fólkaflokkinum

    

Abraham Mikladal
??????????????


Er Anfinn Kallsberg, fólkafloksveljararnir og fyri alt tað øll onnur ikki greið yvir, at støðan, sum Anfinn er komin í, er ein samanblanding av óhepnu gerðum Kallsbergs og kynisku telvingini hjá Óla Breckmann?

Óli Breckmann, ið er sambandsmaður um ein háls, gjørdist skjótt troyttur av fullveldisgongdini, so sum hon var avtalað í samgonguskjalinum 1998. Hann byrjaði so at siga beinanvegin at mótarbeiða og senda negativ signal út til og ígjøgnum fjølmiðlarnar.
Tá hann so hómaði møguleikar, sum kundi benda fólkaflokkin á sambandskós, tók hann kjansin. Hann ynskti Anfinn Kallsberg burtur, og ein sam-bandsmann í Fólkaflokkinum framat.
Óli Breckmann kroysti Anfinn meira og meira. Hetta kundi hann m.a. við at nýta fortíðina hjá Anfinni. (mafia stílur).
Tá so samráðingarnar við donsku stjórnina slitnaðu, og landsstýrið ynskti at loysa knútin við eini fólkaatkvøðu, fekk Anfinn greið boð um, at hann skuldi avlýsa ætlaðu fólkaatkvøðuna, ella skuldi Óli Breckmann saman við øðrum syrgja fyri, at Fólkaflokkurin fór í tvíningar!
Hetta kundi Anfinn Kallsberg ikki hava sitandi á sær og avlýsti tískil fólkaatkvøðuna.
Anfinn var tó so heppin at fáa tvey kort á hondina, sum kundu fjala veruleikan, og tað vóru veljarakanningin og orð forsetisráðharrans.
Tá Torbjørn Jacobsen í lesarabrævi stutt undan ólavsøku 2002 segði sum var um Anfinn, sá Óli Breckmann aftur ein møguleika at steðga fullveldisgongdini. Hann kravdi eina treytaleysa umbering frá Tjóðveldisflokkinum í teirri vón, at samgongan slitnaði, men nei.
Tobbi bað um fyrigeving, hóðast tað má hava verið ein herkin biti at svølgt, tí tað skuldi vísa seg, at hann einki skeivt hevði sagt.
So frætti Óli Breckmann um bókina "Skjót journalistin". Hann var greiður yvir, at tá líkið í lastini hjá Anfinni kom uppá dekkið, fór deymurin at verða so ringur, at nærum eingin kundi góðtaka tað. Og at sannlíkt var, at Anfinn fór at biðja um umbering fyri tað, ið var hent á ólavsøku 2002 - og fáa umbering.
Fyri at tryggja, at Anfinn ikki fekk høvði til ella fann uppá at viðganga sínar feilir og biða um umbering, gjørdi Óli, saman við tingmanningini, skjótt av og sendi skriv til Tjóðveldisflokkin.
Við bókini "Skjót journalistin" varð staðfest, at tað, ið Anfinn Kallsberg alla tíðina hevði noktað fyri var veruleiki, umframt mangt annað, ið ikki var almenninginum kunnugt áður.
Nú kundi staðfestast, at Torbjørn Jacobsen einans hevði sagt sannleikan, men var trýstur av Anfinni Kallsberg (les: Óla Breckmann), til at biða um umbering. Tobbi visti óivað, hvat skitið spæl búði undir, tí sum hann segði "eg ætli mær ikki at sita eftir við apuni"
Tjóðveldisflokkurin hevði nú mist álitið á Anfinn Kallsberg sum løgmanni, tí hann ferð eftir ferð hevði sagt ósatt um sína fortíð og somuleiðis misnýtt løgmansæmbætið fyri at leggja lok á persónlig viðurskifti. Tað sama høvdu sambands- og javnaðarflokkurin, teir vóru til reiðar at seta fram misálit.
Hetta passaði Óla Brekmann sum fótur í hosu. Nú var bara at avvísa einioghvørjari semju, so var avleiðingin, at nýval bleiv útskrivað og nýggj sambandssamgonga kundi skipast, har Anfinn var útihýstur frá at blíva løgmaður ella landsstýrismaður.
Nú skuldi Anfinn gagnnýtast fult út, áðrenn hann bleiv vrakaður. Tí vrakaður bleiv hann, tað visti Óli Brekmann - og Óli ynskti eisini Anfinn burtur sum løgmann, men hann vildi hava aðrar at gera tað skitna arbeiðið.
Nú var at fáa sum mest burturúr til valið. Leggja so nógv hatur á tjóðveldisflokkin, so tað ikki kundi renna saman aftur millum fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin eftir valið og samstundis gera Anfinn Kallsberg til ein pínslavátt, so at hann kundi útvega flokkinum sum mest atkvøður.
Hetta eydnaðist lutvíst. Fólkaflokkurin fekk ikki nakra stóra framgongd. Anfinn fekk eitt gott persónligt val, og frástøðan til tjóðveldisflokkin var gjørd so mikið stór, at har var trupult at finna saman aftan á valið.
Ikki tí, tjóðveldis- og miðflokkurin ynsktu at halda fram saman við fólkaflokkinum.
Hetta ynskti Anfinn Kallsberg eisini, men hann mátti ásanna, at hann hevði mist "tamarhaldið á flokkinum".
Tá so dreymurin hjá Óla Breckmann & co var um at gerast veruleiki, gjørdist tað brádliga Anfinni Kallsberg greitt at hann var útnyttaður og svikin av sínu egnu. (Eisini tú sonur mín Brutus)
Hann var týðiliga skelkaður og vónbrotin, tá hann mátti ásanna at hann var fallin í einari kyniskari telving frá Óla Breckmann og hansara sambands hondlangarum í fólkaflokkinum.
Nú er so kabalin hjá Óla Breckmann gingin upp. Sjálvstýrisvongurin í fólkaflokkinum hevur mist takið. Óli Breckmann hevur steðgað fullveldisgongdin, og somuleiðis hevur hann fingið ein "sambandsløgmann" og ikki at gloyma - krúnprinsur hansara, fólkaflokssambandsmaðurin Bjarni Djurholm er vorðin varaløgmaður.