Í samband við at dagurin í dag, 14. november, er altjóða diabetes dagur, fer Diabetesfelagið at gera vart við dagin, eins og tað verður gjørt kring allan heimin í dag.
Í Føroyum verða Kongaminnið og Chrianskirkjan upplýst við bláum ljósi í kvøld.
Tað sama verður gjørt kring allan heimin, og verða eitt nú ST-bygningurin, Eifeltornið, Dubaitornið og London Eye upplýst við bláum ljósi í kvøld.
Ætlanin var at skipa fyri einum fyrilestri í dag eisini, har Magni Mohr skuldi luttaka, men Magni Mohr er uttanlands í løtuni, og mátti tí geva avboð.
Í staðin verður hesin fyrilesturin, sum er almennur, hildin 22. november í Klaksvík, men enn er ikki endaliga gjørt av, hvar og nær hann verður hildin. Tað verður tó lýst nærri einaferð í komandi viku.
Bjarga barnalívum
Altjóða Diabetes Felagsskapurin hevur í ár valt at seta serligt fokus á børn við diabetes. Kanningar vísa at alt ov nógv børn og ung í Vesturheiminum hava diabetes, og at talan í veruleikanum er um eina epidemi. Undir heitinum Life for a Child royna felagsskapir kring allan heim, eisini Diabetesfelagið, at savna pening saman, soleiðs at børn í triðja heiminum við diabetes kunnu fáa insulin.
Ein kendur, avstralskur doktari í diabetes, ið hevur ferðast kring allan heimin, hevur víst á allar teir ræðuleikar, ið eru kring um í triðja heiminum, har børn verða útstoytt og meir ella minni dripin av teirri orsøk, at foreldrini ikki hava ráð til insulin. Tí er stig tikið til hetta tiltakið, har felagsskapir royna at savna pening inn í ríku londunum, til tess at skaffa insulin til hesi børnini.
Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum, greiðir frá, at tað í Føroyum hevur gingið sera striltið at savna pening inn til hetta tiltakið.
Í Føroyum eru 25 børn og ung undir 18, ið hava diabetes, og Diabetesfelagið hevur tí sett sær sum mál at savna pening inn fyri insulin til 25 børn í triðja heiminum.
Í reiðum peningi merkir hetta at tey skulu savna millum 35- og 40.000 krónur inn árliga.
Hon heitir á fólk, ið hava hug at geva eina lítla jólagávu, ið veruliga munar nakað, um at lata Diabetesfelagnum eina lítla peninga upphædd til hetta tiltakið.
Diabetesfelagið hevur konto í øllum peningastovnunum, og allar gávur eru kærkomnar, sigur Kristianna Rein, ið er forkvinna í Diabetesfelagnum.