Kongaminnið málað reytt

Tá havnafólk vóru á fótum aftur sunnumorgunin, varnaðust tey, at onkur loysingarsinnaður føroyingur hevur verið og gjørt um seg á Kongaminninum. Leygarnáttina hevur onkur verið framvið á staðnum, har Kongaminnið stendur, og prýtt hetta minnið um danska kongin Christian IX við reyðari máling. ?LOYSING? stendur við stórum, reyðum stavum um Kongaminnið.

 

Løgreglan fekk fráboðan um herverkið sunnumorgunin, tá fólk varnaðust, at Kongaminnið ikki sá út sum vanligt. Viðkomandi hevur kanska hildið, at Kongaminninum tørvar eina fríðkan, so tað hóskar til tær nýggju tíðirnar. Kongaminnið varð reist í 1874 til minnis um Christian Rex IX.

Tann, sum hevur málað Kongaminnið, hevur málað tað á øllum fýra síðunum, men tað nógva regnið ta náttina hevur skolað ein part av tí burtur. Herverksmaðurin hevur málað orðið LOYSING á tvær síður, og á hinum síðunum hevur hann eisini verið við penslinum. Viðkomandi mátti vita, at mann ikki málar, tá hann sigur frá regni. Kanska hann vísir á hetta verkið, tá hann søkir arbeiði sum málari.