Danska kongshúsið kunnger nú, at tvíburarnir hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu fara til dópin hósdagin tann 14. apríl. Dópurin verður í Holmens Kirke í Keypmannahavn klokkan 15.30.
Børnini, ein drongur og ein genta, komu í heimin fyrrapartin tann 8. januar á Ríkissjúkrahúsinum.