Hvørki Sissal ella fyritøkan, hon lýsur fyri, Sirri, vilja verða við, at tað var nakar tanki aftanfyri, at hon líkist so nógv donsku krúnprinsessuni á lýsingartalvunum.
- Eg varð nógv steðgað fyrr, bæði í Føroyum og í Danmark, og fólk hildu, at eg var prinsessan. Men nú er tað ikki líka nógv longur, sigur Sissal Carlsdóttir á Lag.
Hon hevur verið modell fleiri ferðir áður, fyri millum annað SMS og blaðið Kvinnu.
- Eg helt at hesar myndirnar skulu vera lítlar lýsingar í bløðum, so eg varð rættuliga skelkað, tá eg sá stórtalvurnar við mær sjálvari á, sigur Sissal.
Fotografurin Sunrid í Gongd hevur tikið myndirnar.
Óluva á Lofti, eigari av Sirri, er sera nøgd við lýsingarnar.
- Vit valdu Sissal, tí hon er ein vøkur føroysk kvinna, ið sær natúrlig og norðurlendsk út, sigur hon.
At Sissal var lík prinsessuni Mary var einki sum Óluva legði nakran dent á.
- Vit eru sera nøgd við myndirnar og hava bara fingið positivar reaktiónir uppá tær.