Kongalig jarðarferð í Kringvarpinum í morgun

Í morgun samsendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum við danska Tv2, so at føroyingar kunnu fylgja við í kongaligu jarðarferðini í morgun. 

 

 

 

Tí tað er í morgun, at Heindrikur prinsur verður kórsettur. Nú í morgun hevur danska Fólkatingið hildið ein minutt tøgn fyri Heindriki prinsi, og somuleiðis hevur Pia Kjærsgård, forkvinna í Fólkatinginum, hildið røðu fyri prinsinum.

 

 

 

Klokkan 11 verður kórsetingin í Christiansborg Slotskirkju, og síðani verður ein privat løta aftaná, har 60 innboðin verða til staðar. Eftir kórsetingina verður kistan borin av 10 offiserum til líkbilin, sum síðani koyrir avstað við líkinum hjá prinsinum. Heindrikur prinsur hevur ynskt at verða kremeraður.